Tilsamans hava bátarnir fiskað fyri einar 170 milliónir krónur og nøgdin er tilsamans eini 85.000 tons. Hesi tíðindi ber Vágaportalurin. Eyðun Rasmussen sigur tó, at oljan er ein tungur postur hjá reiðarínum. Somuleiðis gongur heldur ikki heilt so væl við byggingini av nýggju Norðborg, sum er ein risi í føroyska flotanum, ja, hetta er størsti nýgbygningur nakrantíð til føroyska fiskiflotan. Eyðun Rasmussen sigur við Vágaportalin, at seinkingar hava verið frá norðmonnum, og høvuðsmaskinan kom ikki til Kili fyrr enn í gjár, níggju vikur seinkað.










