Gott ár hóast alt

Korona hevur havt ávirkan á føroyska útflutningin, og tað hevur eisini merkt virksemið hjá Faroe Ship í ár.

-       Tað hevur verið nógv at gjørt. Í nøgd hevur innflutningurin verið á leið tann sami sum í fjør, meðan útflutningurin er eitt vet lægri, sigur Bogi P. Nielsen, stjóri hjá Faroe Ship.

Hann greiðir frá, at í ár hevur Faroe Ship flutt sera nógvar bingjur við uppisjóvarfiski langvegis við skipum hjá Maersk, sum Faroe Ship er umboð hjá í Føroyum.

-       Tað hevur verið nógv meiri av tí, men samstundis hevur tað verið nógv minni av feskum fiski. Vit sigla nógv til Stóra Bretland við feskum fiski, og tað er ein berandi marknaður hjá okkum, men tann parturin hevur verið væl minni í ár, sigur stjórin hjá Faroe Ship.

Hann greiðir frá, at tíðliga í ár, áðrenn korona rakti, gjørdi Faroe Ship nakrar rationaliseringar, og saman við øðrum átøkum, ger tað sítt til, at Faroe Ship hóast alt hevur havt eitt gott ár.

 

Havnaútbyggingin hevur órógvað

Útbyggingin av Tórshavnar Havn, har Faroe Ship hevur sítt høvuðssæti og størsta partin av sínum virksemi, er eisini nakað, sum tey merkja til dagligt.

-       Vit hava havt nokk so nógv eyka arbeiði av havnaútbyggingini. Havnaútbyggingin bleiv nógv seinkað, men tíbetur vóru nýggju skipini hjá okkum eisini seinkað, tí um tey komu til tíðina, so var havnin als ikki klár til, at tey kundu leggja at bryggju her, sigur Bogi P. Nielsen.

Nýggju skipini eru komin, og tey fáa lagt at bryggju nú, men tað er framvegis ikki heilt optimalt.

-       Tað er framvegis eitt byggirót á havnalagnum, so vit gleða okkum til, at tað eisini kemur í rættlag, sigur stjórin á Faroe Ship.