Øll trý portogisisku liðini í fjórðingsfinalunum í Europa League mugu roknast at hava annað beinið í hálvfinalunum eftir dystirnar í gjárkvøldið. Bólturin er rundur, og vit eru 11 móti 11, plagdi Páll Guðlaugsson, fyrrverandi føroyskur landsliðsvenjari, at siga, men nógv skal ganga galið, um Portugal ikki hevur tryggjað sær í minsta lagi eitt lið í finaluna í Europa League.
Braga byrjaði á útivølli móti Dynamo Kiev í Ukraina, og tað komu teir væl frá. Gamaní legði Yarmolenko Kiev á odda eftir bert seks minuttum, men áðrenn korterið var leikt, hevði Braga javnað við einum sjálvmáli av Vukojevic. Heimaliðið fekk eisini fyrrverandi Chelsealeikaran, Andriy Shevchenko útvístan, so hann verður ikki við í returdystinum.
Hjá hinum báðum liðunum gekst enn betur á heimavølli. Porto, ið júst hevur tryggjað sæpr meistaraheitið í heimlandinum, vann heili 5-1 á Spartak Moskva. Russararnir skaptu eitt sindur av spenningi við at minka um munin til 1-3, men toppskjúttin í Europa League, Falcao (myndin) skoraði til bæði 4-1 og 5-1. Harvið eru portugisisku meistararnir stórfavorittan at vinna seg í hálvfinaluna.
Eisini Benfica er væl fyri, áðrenn teir skulu til Hollands at leika returdyst móti PSV Eindhoven. Fyrri dysturin í Portugal endaði við 4-1 sigri til heimaliðið, har Aimar og Salvio skutu hvør síni tvey mál. Labyad minkaði um munin til 1-3, men tað er neyvan nóg mikið at vinna samlað.
Í seinasta dystinum vann Villareal eisini stórt móti Twente. 5-1 endaði dysturin, og tískil er líkt til, at eitt av teimum trimum portugisisku liðunum skal royna at vinna á Villareal í hálvfinaluni fyri at fáa eina reint portugisiska finalu.









