Gott og væl annar hvør er smittaður

719 fólk vórðu staðfest positiv við koronu fríggjadagin

 

Smittutølini hava hildið seg á sama støði seinastu fýra dagarnar, har tað hevur ligið um 700.

Fríggjadagin vóru 719 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

1.352 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4.835 smittað við korona, 20 eru innløgd við korona, harav fimm eru innløgd vegna korona, og 22 eru deyð við korona í Føroyum.

Av teimum 1.352, sum vóru kannað, vóru 53,2 prosent staðfest positiv við koronu.

28.420 fólk í Føroyum hava nú havt koronu. Tað er tað sama sum 52,9 prosent.