Gott norðurlendskt fótbóltskvøld

Úrslitini lagaðu seg væl hjá danska fótbóltslandsliðnum í HM-undankappingardystunum í kvøld. Danmark vann 3-0 á Malta á Ta´Qali Leikvøllinum í Valetta, samstundis sum Portugal og Svøríki spældu 0-0. Svenskarar kunnu kortini vera betri nøgdir, enn portugisar, sum nú bert hava 6 stig fyri 5 dystir í HM-undanbólki 1. Danmark hevur 10 stig fyri 4 dystir. Søren Larsen skoraði tvey mál fyri Danmark, tíðliga í dystinum, men so gekk long tíð, áðrenn Danmark aftur skoraði. Stutt undan leikloki spældi Jonas Borring Morten Nordstrand leysan, sum skoraði til endaliga úrslitið 3-0 til Danmark. Finnland vann ein góðan 2-0 sigur í Cardiff á Wales í undanbólki 4. Jonatan Johansson og Shefki Kuqi skoraðu finsku málini.

 

Úrslitini og støðan í bólki 1 :

 

Malta-Danmark 0-3

Portugal-Svøríki 0-0

Albania-Ungarn 0-1

 

1 Danmark 4 3 1 0 9-2 10

2 Ungarn 5 3 1 1 5-2 10

3 Portugal 5 1 3 1 6-3 6

4 Svøríki 4 1 3 0 2-1 6

5 Albania 6 1 3 2 3-3 6

6 Malta 6 0 1 5 0-14 1

 

Støðan í bólki 4 :

 

Wales-Finnland 0-2

Týskland-Liktinstein 4-0

Aserbadjan-Russland 0-2

 

1 Týskland 5 4 1 0 16-4 13

2 Russland 4 3 0 1 8-3 9

3 Finnland 4 2 1 1 6-6 7

4 Wales 5 2 0 3 4-5 6

5 Aserbajdsjan 4 0 1 3 0-4 1

6 Liktinstein 4 0 1 3 0-12 1