Eftir ringa gongd seinastu tíðina eydnaðist í gjár neistamonnum at vinna, tá ið kollfirðingar vórðu bastir í gjárkvøldi. Neistin vann 25-21 ímóti KÍF í høllini í Kollafirði.
Í dag vóru tað kvinnurnar hjá Neistanum, sum áttu tørn, tá ið VB vitjaði í høllini á Hálsi. Undan dystinum vóru tað fýra stig, ið skiltu liðini, men hesin stigamunurin er øktur til seks eftir dagsins dyst.
Neistin vann nevniliga tryggan sigur áljóðandi 28-21. Hálvleiksstøðan í dystinum var 16-13.
Sostatt kann ikki sigast annað enn, at talan hevur verið um eitt gott vikuskifti hjá neistafólki, har bæði tey bestu liðini vunnu fulla úrtøku.
Úrslitið merkir, at Neistin, sum undan dystinum hevði eins nógv stig sum Kyndil, nú er einsamalt oddalið í Hvonndeildini.
Stigatalvan í Hvonndeildini eftir 10 umfør er hendan:
1. Neistin 18 stig
2. VÍF 16 stig
3. VB 12 stig
4. VÍF 8 stig
5. StÍF 3 stig
6. Stjørnan 3 stig
Málskjúttarnir í kvinnudystinum í høllini á Hálsi vóru hesir:
Neistin-VB 28-21 (16-13)
Neistin: Brynja Høj 6, Eir Berg 5, Fríða á Dunga 4, Bára Hansen 4, Lilja Mohr 4, Birita Ingolfsdóttir 2, Súsanna Pálsdóttir Nólsoy 2 og Jaclin Durhuus 1.
VB: Daniela Mistric 8, Gurið K. Augustinussen 5, Rúna M. Jacobsen 3, Maria Halsdóttir Weyhe 3, Bára K. Mortensen 1 og Rannvá Johannesen 1.










