Gráa veðrið heldur á til og við fyrrapartin leygardagin, men tá fer at slíta í, sambært Peturi Skeel, veðurfrøðingi á Miðlahúsinum.
Hósdag og fríggjadag verður nakað av vindi, strúkur í vindi av vestri hósdagin, fríggjadagin upp í hvassan vind av norði. Seinnapartin fríggjadagin minkar hann vindin og um vikuskiftið verður tað fleyr til gul av ymsum ættum.
Regnið fer at halda á til leygardagin fyrrapart, men restina av vikuskiftinum verður turt og sólglottar.
Turt, vindstilli og sólglottar ljóðar sum gott nátaveður.
Hitin allar dagarnar er millum 8 og 13 stig.











