Eitt lágtrýst í ein landsynning úr Føroyum fer í ein landsynning, og køld luft streymar yvir Føroyar úr noðri, meðan ein hátrýstryggur mennist millum Ísland og Føroyar. Seinni í vikuni viknar hátrýstruggurin og eitt lágtrýst nærkast Føroyum úr útnyrðingi.
Mánadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av norði, 5 til 10 metrar um sekundið. Fyrrapartin verður skýggjað og okkurt æli, seinnapartin klárar í og verður turt. Hitin millum 7 og 10 stig. Um náttina verður eitt gul til stívt andøvsgul av norði, 5 til 10 metrar um sekundið, í støðum uoo í strúk í vindi, 13 metrar um sekundið. Skýggjað og kanska okkurt æli. Hitin millum 7 og 10 stig.
Týsdagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av norði, 8 til 13 metrar um sekundið. Turt og skýggjað, men í støðum eisini sól. Hitin millum 7 og 10 stig.
Mikudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av norði, 8 til 13 metrar um sekundið, sum um náttina snarar í ein útnyrðing, og makar niður í eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 10 stig.
Hósdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum makar niður í eitt andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Yvirhøvur turt og kanska sól eina løtu. Hitin um dagin um 10 stig. Um náttina eitt lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 metrar um sekundið, sum snarar í ein útsynningi, og makar niður í eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 10 stig.
Fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi, sum snarar í ein vestan og um náttina í ein útnyrðing, 5 til 10 metrar um sekundið. Fyrst skýggjað og regn ella ælaveður, seinni klárar í. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina niður í 7 til 10 stig.
Leygardagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum makar og snarar í ein útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 10 stig.