Hann hevur spælt framúr væl í miðverjuni hjá HB, sum í løtuni er á odda í føroysku landskappingini.
Í Estlandi hildu nógv, at hann átti at fingið kjansin, men Hans Fróði Hansen brynjaði seg við toli, og í Sarajevo spældi hann so allan dystin ? hansara fyrsti A-landsdystur fyri Føroyar.
? Eg eri sera væl nøgdur við okkara avrik í hesum dystinum. Vit taptu bert 1-0, og vit minnast øll, at Danmark tapti 3-0 her fyri bert einum góðum ári síðani, segði Hans Fróði aftan á sín fyrsta landsdyst.
? Harafturat skulu vit eisini minnast, at vit spældu uttan okkara besta áleypara (Todi Jónsson, blðm.).
Hans Fróði Hansen var eisini nøgdur við sítt egna avrik.
? Hetta var mín fyrsti landsdystur, og eg eri væl nøgdur við mítt egna spæl. Eg havi gott mót uppá framtíðina hjá landsliðnum, segði hann.