Gott mál og risa málmøguleikar

(Kykmynd) Samandráttur av U21 landsdystunum Týskland-Føroyar 4-1 við góðum føroyskum máli og málmøguleikum

TRÝST á HESA leinkjuna : https://www.youtube.com/watch?v=y9AXqXVTtOk

 

Og síggj fimm og ein hálvan minutt við góðum hæddarpunktum við góðari góðsku frá U21 landsdystinum millum Týskland og Føroyar, sum endaði 4-1 til Týskland.

 

Millum hæddarpunktini eru umframt málið hjá Gesti B. Dam eisini aðrir stórir málmøguleikar til Føroyar. Var hepnið við føroyska liðnum var ein javnleikur ikki so ræðuliga fjarur.

 

Týska liðið er suverent oddalið í bólkinum við 18 stigum fyri seks dystir. Føroyska liðið hevur enn fyrsta stigið til góðar, men leikliga er liðið á veg, og týsdagin spælir føroyska liðið ímóti Eysturríki á útivølli.