Annar av U19 landsliðssvenjarunum, Eyðun Klakstein er leikliga nøgdu við avrikið ímóti Turkalandi, hóast eitt 0-2 tap.
Føroyska liðið kom til nógvar málmøguleikar í seinna hálvleiki, og hevði eina betri lagnu uppiborna. Leikliga avrikið gevur vónir um eitt gott úrslit í tí triðja dystinum, sum verður ímóti Makedonia mikudagin.
Fyrsta dystin í undankappingini ímóti Montenegro tapti Føroyar 0-5.
Undir myndini ber til at hoyra eina ljóðsamrøðu við Eyðun Klakstein.
(Mynd: football.fo)