Sørvágs Country & Blues Festivalur hevur verið hildin í allar fagrasta summaveðri – og lagið er sera gott í Sørvági.
Nú klokkan fer um midnátt, fer skráin so smátt at líða eisini. Sambært skránni so er felagssangur næsta punkt á skránni – á stórapalli nú eitt korter til eitt, klokkan 00:15. Eftir tað verður tað Guðrun Sólja, Tanya Tucker Tribute klokkan 0:45.
Jóhan í Kollafirði verður at hoyra á Lítla Palli klokkan 01:30, og klokkan 02 verður Hallur Joensen á Stóra Palli.
Tað síðsta á skránni í kvøld er Four Menh, Hank Williams Tribute, sum verður klokkan 03 á Lítla Palli.
Myndirnar niðanfyri hevur Birgir Waag Høgnesen tikið.