Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðurnar, sum Tróndur Arge gjørdi við Finn Damberg og Elmar Ósá í kvøld.
Teir 47 føroysku Rynkeby súkklararnir eru so smátt farnir at telja niður í kilometrum, nú teir nærkast franska høvuðsstaðnum.
Seinnapartin í dag komu tey til belgiska býin Genk eftir at hava súkklað ein longri tein upp á 212 kilometrar - um tríggjar tímar skjótari enn tey gjørdu í fjør.
- Tað hevur gingið ógvuliga væl at súkkla í ár, og vit hava eisini verið vælfyrireikað til túrin, umframt at vit hava verið eitt sindur frekari at súkkla á vegunum heldur enn at halda okkum til súkklubreytirnar, sigur Finn Damgaard, sum heldur skil á GPSinum hjá føroyska Rynkeby liðnum.
Tað hava verið nøkur smáttaríir at takast við hjá læknanum á liðnum, Elmar Ósá, men einki álvarsamt. Hóast Tróndur Arge hevði illgruna um, at einstakir súkklarar vóru óvanliga skjótir, vísir liðlæknin aftur, at talan er um doping.
- Tað mugu vit kanna nærri tá ið við koma heim, men tað sær út til at hava verið meiri prommillan sum hevur flutt seg enn dopingarevnini í kroppinum, sigur Elmar.
Í morgin skulu súkklararnir á ein styttri tein í mun til teir undanfarnu, tá ið tey skulu súkkla 167 kilometrar. Tó vænta tey sær ein harðan umgang, tí kenda brekkan í Belgia, Huy, verður partur av teininum. Í gjár royndu Tour de France súkklararnir seg á somu brekku, sum føroyska Rynkeby liðið skal royna seg á í morgin.
Longu fríggjadagin vænta føroyingarnir at røkka endastatiónini í París.
Niðanfyri eru fleiri myndir frá ferðini hjá føroyska Team Rynkeby í dag