Gott lag á monnum í Spania

Føroyska fótbóltslandsliðið er í hesum døgum á venjingarlegu í Spania. Sambært Jógvani Martin Olsen, hjálparvenjara, er gott lag á monnum, serliga eftir at endaliga avtala er gjørd við hollendska fótbótlssambandið um venjingardyst í juni.

Føroysku landsliðsleikararnir í fótbólti njóta góða spanska veðurlagið í hesum døgum. Sunnudagin leitaði føroyski hópurin sær til Cadiz í Spania, har teir skulu verða á venjingarlegu í tíggju dagar. Tveir venjingardystir eru eisini á skránni.

Eingin dystur móti Andorra
Tá ið Sosialurin fekk fatur á Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjara, um døgurðatíð mikudagin, vóru teir júst komnir aftur frá venjing. Lagið var gott á monnum, og í góðveðrinum í Spania vóru allir mans til venjing, tí tað sjáldsama er, at eingin hevur nakran skaða at dragast við. Hjálparvenjarin sigur, at venjingarstøðið hjá monnum er á leið tað sama, ið tað plagar at verða um hetta mundi, og heldur ikki er nakar sjónligur munur á venjingarstøðinum hjá leikarunum, ið leika uttanlanda í mun til leikararnar úr heimligu kappingini.
Eftir ætlanini skuldi dystur verið leiktur móti Andorra í dag, men hesin dysturin verður av ongum, sigur Jógvan Martin Olsen. Tískil eru bert tveir venjingardystir á skránni á venjingarleguni. Tann fyrri verður leygardagin móti Pólandi, og tann seinni verður týsdagin móti fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaranum, Allan Simonsen, og hansara monnum úr Luksembourg.
Um dystin móti pólverjum sigur hjálparvenjarin hjá føroyska landsliðnum, at tað óivað verður ein torfør uppgáva, hóast tað er eitt ligalandslið, ið Póland mynstrar. Tað vil siga, at tað bert eru leikarar úr heimligu kappingini í Pólandi, ið eru við. Føroyingarnir tosaðu týskvøldið við umboð fyri Póland, og har var sagt, at ligalandsliðið hjá teimum var nærum eins sterkt og eitt fullmannað A-landslið. Harafturat er hetta eitt kærkomið høvi hjá nógvum av teimum spælarum, sum vanliga standa í skugganum av pólsku stjørnunum í útlandinum, at vísa sínar dygdir. So uttan iva verður tað ein trupul uppgáva, ið bíðar føroyska landsliðnum, tá ið teir fara á Bahia Zur vøllin í San Fernando leygardagin seinnapartin at dystast við pólverjar.
Seinni dysturin á venjingarleguni verður, sum áðurnevnt, týsdagin móti liðnum hjá Allan Simonsen, Luksembourg. Hetta verður sjálvsagt ein stuttlig uppgáva hjá okkara landsliðsleikarum, nú teir skulu royna seg móti liðnum hjá fyrrverandi venjara sínum. Føroyingar hava tvær ferðir áður leikt móti Luksembourg, nevnliga tá ið vit vóru í bólki saman við teimum í undankappingini til HM í 2002. Tá vunnu føroyingarnir 1-0 á heimavølli, tá Jens Kristian Hansen skoraði upp á brotsspark stutt fyri leiklok í oysandi áarføri á Svangaskarði. Á útivølli gekst enn betur, tí tá vunnu okkara menn 2-0 við málum sum Kurt Mørkøre og Christian Høgni Jacobsen skoraðu. Dysturin í Luksembourg var eisini serligur á tann hátt, at tað var seinasti dystur, ið Todi Jónsson leikti á føroyska landsliðnum. Hagtølini vísa sostatt, at móti Luksembourg hava føroyingar altíð fingið 100 prosents úrtøku, og vónandi kann tað staðfestast eftir dystin týsdagin.

Dysturin móti Hollandi er órtúliga motiverandi
Sum tað eisini hevur verið nevnt í fjølmiðlunum í seinastuni, hevur FSF fingið eina innbjóðing til at spæla vinardyst móti Hollandi í Lausanne í Juni mánaða stutt undan, at Holland skal til EM-endaspælið í Portugál. Nú er endaliga staðfest, at dysturin verður veruleiki, og tað eru stór tíðindi hjá føroysku landsliðsleikarunum.
Vanligani hevur føroyska fótbóltssambandið roynt at fingið dystir í juni mánaða, tá ið samráðingar um leikskánna í bólkaspælum hevur verið. Soleiðis var eisini herfyri, tá ið samráðingar vóru um, hvussu spælast skuldi í HM-bólki okkara, men tíverri eydnaðist tað ikki føroysku umboðunum at fáa nakran dyst í juni, og tí var tað ógvuliga kærkomið at fáa dystinum móti Hollandi. Annars hevði eingin landsdysturin verið á skránni aftur fyrr enn eftir summarsteðgin, og tað hevði verið ov long tíð, heldur Jógvan Martin Olsen.
Hjálparvenjarin sigur, at dysturin móti Hollandi er ein gularót hjá føroysku spælarunum, og tá má verða ótrúliga motiverandi at hava ein slíkan dyst at síggja fram til. Tað er ikki hvønn gerandiskostur hjá føroysku leikarunum at fáa høvi til at leika ímóti so stórum stjørnum sum Ruud van Nistelrooy úr Manchester United, Patrik Kluivert, Edgar Davids, Michael Reiziger, Philip Cocu úr Barcelona, Clarence Seedorf úr Milan, og vit kundu hildið fram, tí listin er nærum óendaligur.
Somuleiðis heldur Jógvan Martin, at tað er ein stór viðurkenning av føroyska landsliðnum og avrikum tess at ein so stór fótbóltstjóð sum Holland bjóðar okkum av, beint áðrenn teir skulu leika um evropameistaraskapið.
Somuleiðis hevur føroyska fótbóltssambandið eitt ynski um, at tað fer at bera til at fáa ein venjingardyst í lag í august mánaða, tá ið europeiska fótbóltssamgongan UEFA hevur sett onkran dag av til landsdystir. Jógvan Martin Olsen sigur, at so vítt hann veit, hevur tað enn ikki eydnast hvørki dønum ella norrmonnum at fáa nakra avtalu um venjingardyst henda dag, og tað hevði verið ótrúliga stuttligt at leikt móti aðrari av teimum báðum grannatjóðunum, sigur hann í telefonini úr Cadiz.