Hampuligt av fólki er at síggja á havnargøtum á ólavsøku. Tó hevur verið heldur tætt millum ælini fyrr í dag, og tá eru løtur har tað er meira manntómt í havnargøtum.
Tó síggjast nógv undir taki í teimum ymisku úti og veitingarstøðunum.
Børnini og tey ungu eru tó við gott mót, og tá ein avstralskur gyklari foldaði seg út niðri í Vágsbotni vóru hundraðtals fólk og hugdu at.
Nógv børn royna seg í vatnbobblunum, sum standa í einum vatnbassengi, sum stendur niðast í Tórsgøtu.
Veðurforsøgnirnar siga frá hampiligum veðri fram til midnátt. Og lagið er gott millum ælini.