Tað varð roknað við, at Rumenia var favorittur at vinna innanhýsis uppgerðina ímóti Grikkalandi, og harvið fór at kvalifisera seg til HM endaspælið í Brasil næsta summar.
Rumenia hevur framvegis møguleikan at spæla seg í endaspælið, men eftir túrin í Grikkalandi í kvøld kennist setningurin størri, enn hann var tað undan ferðini.
Týskvøldið fær Rumenia vitjan av Grikkalandi. Um tað skal eydnast rumenunum at taka HM atgonvumerkini, sum grikkar í kvøld eru favorittar at ogna sær, so skal Rumenia vinna við tveimum málum.
Í kvøld vann Grikkaland 3-1, eftir at hálvleiksstøðan var 2-1. Heimaliðið legði seg framum eftir lítið korter við máli, sum Konstantinos Mitroglou skoraði av rangstøðumarkinum, men Rumenia svaraði skjótt aftur, tá ið Bogdan Stancu eftir frísparksinnlegg við høvdinum stýrdi bóltin í málið. Gestirnir høvdu tó ikki fingið armarnar niður aftur eftir fagnaðin um útjavnandi málið, tá ið Grikkaland aftur legði seg framum. Hesa ferð var tað Dimitris Salpingidis, sum eftir innlegg setti bóltin í kassan.
Í 2. hálvleiki økti Konstantinos Mitroglou um leiðsluna til 3-1 og varð harvið tvífaldur málskjútti. Fram ímóti dystarenda vístu rumenarnir, at teir vóru illa nøgdir við dómaran, og tað endaði við, at Costin Lazar varð vístur av vøllinum. Hann verður tískil leikbannaður, tá ið liðini hittast aftur týskvøldið.
Grikkar høvdu fleiri møguleikar at økja um leiðsluna. Tað eydnaðist ikki, og tað kann fara at vísa seg at verða kostnaðarmikið, tá ið havt verður í huga, at Rumenia skoraði eitt mál á útivølli.










