Gott lag á Hálsi

– Lagið er sera gott her í Høllini á Hálsi í kvøld.

 

Tað sigur Allan Samuelsen, sum er ein av fyriskiparunum av stóra Country Festivalinum, sum er í Høllini á Hálsi í kvøld.

 

– Her er ordiliga nógv plúmm í, og fólk hugna sær. Alt hevur gingið fantastiska væl, og beint nú gera Country Sisters seg klárar at fara á pallin.

 

Spurdur um kekkisku systrarnar verða endabresturin í kvøld sigur Allan Samuelsen, at tað er, sum man sær upp á tað.

 

– Hallur Joensen kemur á pallin aftaná, og alt eftir, hvussu leingi hann heldur á, so fáa vit at síggja, hvussu gildið endar.

 

– Men her eru nógv fólk, og alsamt fleiri leggjast afturat, sigur Allan Samuelsen.