Gott lag á grønu oynni

Eftir at hava leikt teir tríggjar truplastu dystirnar, er Írland framvegis oddalið í okkara HM-undankappingarbólki

HM-fótbóltur

Leygardagin var hópur av landsliðsfótbólti á skránni kring alt Europa, og aftur mikukvøldið eru nógvir dystir, sum skulu avgreiðast.
Úr einum føroyskum sjónarhorni er kanska mest áhugavert, hvussu støðan í okkara bólki skikkar sær, og her kann helst staðfestast, at higartil eru tað írar, sum eru best fyri. Talan er tó um at kalla javnstøðu, har Írland, Frakland og Sveis øll hava níggju stig fyri fimm dystir, og har Ísrael hevur seks stig fyri fýra dystir, og í so máta er einki avgjørt. Men eftir at teir hava leikt útidystir móti øllum hinum oddaliðunum, mugu írar sigast at vera teir, sum standa við bestu kortunum.
Leygardagin var enntá um reppið, at teir fóru avstað við øllum í útidystunum móti Ísrael, efrir at Clinton Morrison tíðliga hevði lagt írar framum. Í evstu løtu eydnaðist tó vertunum at javna, soleiðis at teir framvegis halda støðuna sum ósigraðir.
Hjá fraklendingum kom tað helst illa við, at teir á heimavølli aftur máttu taka til takkar við javnleiki. Hesaferð við 0-0 móti grannunum úr Sveis.

Hjá grannum okkara í norðanlondum var nakað misjavnt, hvussu páskirnar hilnaðust.
Danir vunnu væntaða 3-0 sigurin á Kasakhstan, tá annars útskeldaði Peter Møller stóð fyri tveimum av málunum, og á útivølli gjørdi Svøríki bart við einum 3-0 sigri á Bulgaria.
Finnar vóru um reppið at skapa eina hálva sensatión, tá teir komu upp á 3-3 í útidystinum móti Kekkia, men bara tríggjar minuttir fyri leiklok eydnaðist kekkum at avgera dystin til egnan fyrimun.
Ísland var á vitjan í Kroatia, og her gjørdist talan um greiðan 4-0 sigur til heimaliðið.
Og mikukvøldið verða so aftur dystir á skránni. Tá hevur Danmark sera truplan útidyst móti Ukraina, og í okkara bólki verður spennandi at vita, hvussu leikur fer, tá Frakland kemur á vitjan í Ísrael.


Úrslitini leygardagin
Bólkur 1
Armenia-Andorra 2-1 (1-0)
Kekkia-Finnland 4-3 (2-0)
Rumenia-Holland 0-2 (0-1)

Bólkur 2
Georgia-Grikkaland 1-3 (1-2)
Turkaland-Albania 2-0 (2-0)
Danmark-Kasakhstan 3-0 (2-0)

Bólkur 3
Estland-Slovakia 1-2 (0-0)
Liektenstein-Russland 1-2 (1-2)

Bólkulr 4
Ísrael-Írland 1-1 (0-1)
Frakland-Sveis

Bólkur 5
Italia-Skotland 2-0 (1-0)

Bólkur 6
Ongland-Norðurírland 4-0 (0-0)
Wales-Eysturríki 0-2 (0-0)
Póland-Aserbadjan 8-0 (3-0)

Bólkur 7
Belgia-Bosnia-Hersegovina 4-1 (2-1)

Bólkur 8
Bulgaria-Svøríki 0-3 (0-1)
Kroatia-Ísland 4-0 (3-0)

Dystir mikukvøldið
Bólkur 1
Andorra-Kekkia
Makedonia-Rumenia
Holland-Armenia

Bólkur 2
Ukraina-Danmark
Georgia-Turkaland
Grikkaland-Albania

Bólkur 3
Estland-Russland
Letland-Luksemburg
Slovakia-Portugal

Bólkur 4
Sveis-Cypros
Ísrael-Frakland

Bólkur 5
Moldova-Noreg
Slovenia-Hvítarussland

Bólkur 6
Póland-Norðurírland
Eysturríki-Wales
Ongland-Aserbadjan

Bólkur 7
Bosnia-Hersegovina-Litava
San Marino-Belgia
Serbia & Montenegro-Spania

Bólkur 8
Kroatia-Malta
Ungarn-Bulgaria