Nýggja B36 liðið er farið úr Streymnesi við góðum 2-1 sigri á EB/Streymi.
Vinstri vongverjin hjá heimaliðnum, Alex dos Santos, sum áður hevur spælt við B36, umsetti brotsspark til mál, tá ið tað restaðu fimm minuttir av 1. hálvleiki. Men dygst undan steðginum javnaði miðvallarin Róaldur Jacobsen í skjótum mótálopi, eftir at EB/Streymur hevði mist á veg í álop.
Sigursmálið skoraði Christian R. Mouritsen tíðliga í 2. hálvleiki. Úr stuttari fjarstøðu smekkaði hann bóltin upp í nettakið, eftir at dómarin hevði bríkslað fyri óbeinleiðis frísparki á fimm metrinum. Orsøkin var, at Tróndur Vatnhamar í EB/Streyma málinum hevði tikið bóltin við hondunum eftir afturlegging.
- Eg eri fegin um avrikið. Vit hava nógvar nýggjar spælarar á liðnum, men vit spældu sum eitt lið, og vit vóru væl skipaðir, segði B36 venjarin, Sigfríður Clementsen, sum áður hevur vant EB/Streym. Hann vildi ikki geva gamla felagi sínum nakað skoðsmál.
EB/Streyma liðformaðurin, Egil á Bø, harmaðist um tapið, og hann ásannaði, at teir høvdu spælt ímóti einum góðum og væl skipaðum B36 liði.
Egil á Bø hevur áður spælt við B36. Millum nýggju B36 spælararnar í dag var miðvallarin Bárður Olsen, sum annars bara hevur spælt við barndómsfelagnum EB/Streymi.
EB/Streymur-B36 1-2 (1-1)
Dómari: Rúni Gaardbo
1-0: Alex dos Santos br 41.
1-1: Róaldur Jacobsen 45.
1-2: Christian R. Mouritsen 50.