Gott lag í báðum legunum

Einasti spælarin, sum ikki er tøkur undan uppgerðini millum GÍ og EB/Streym, er álopsspælarin Arnbjørn Hansen

Tað er uppgerðin millum felagið, sum í níti árunum átti besta fótbóltsliðið í Føroyum, og felagið, sum í fjør átti besta fótbóltsliðið í Eysturoy og næstbesta liðið í Føroyum, sum er á skránni, tá ið GÍ og EB/Streymur bresta saman í Sarpugerði sunnudagin.
EB/Streymur hevur tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni í steypakappingini, meðan GÍ framvegis eigur fyrsta týdningarmikla dystin í hesum árinum til góða. Steypadysturin ímóti KÍ verður flaggdagin.
Generalurin á GÍ liðnum, Sámal Joensen, hevur verið burturi frá venjing í hálva aðru viku. Hann hevur verið upptikin av landsliðskjansinum.
Allir teir gulu og bláu, sum hava verið við í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið eru tøkir í morgin. Veteranurin og lyklaspælarin Poul Ennigarð hevur verið sjúkur í vikuni, men í Gøtu verður roknað við, at hann fer at spæla sunnudagin.
Í EB/Streymi er tað greitt, at ársins stjørnuskot í fjør, Arnbjørn Hansen, ikki verður við í Gøtu. Beinbrotið í steypadystinum ímóti B71 ber við sær, at vandamikli álopsspælarin ikki verður førur fyri at spæla nógvu tær næstu vikurnar.
Fleiri av hinum spælarunum hava ikki verið førir fyri at venja við fullari ferð í hesi vikuni, men tá ið sunnudagurin fer at upprenna, fara teir allir at verða tøkir.
Hans Pauli Samuelsen hevur higartil í ár ikki verið førur fyri at venja við fullari ferð. Tað gjørdi hann hóskvøldið, og hann verður heilt víst ímillum teir fyrstu ellivu hjá EB/Streymi, sum plagar at standa seg væl í Sarpugerði.