Tað er nógv fólk á festivali í dag, nú annar dagurin á G! er. Veðrið hevur verið gott, sólin hevur skinið oman og niðan, men tað hevur ikki lagt nakran sum helst doyvara á kátu festivalgestirnar.
Seinnapartin hava fleiri plátuvendarar verið á palli og fýrt uppundir gestirnar og nógv fólk hava bæði svomið og roynt teir heitu pottarnar. Annars hevur Uni Debes fingið rættiliga futt í fólk við sínum svingandi bluestónleik.
Sjónleikarbólkurin, Fenris við leikarum í Føroyum, Íslandi, Noregi og Finnlandi hava eisini sett ein serligan dám á G! við fimm styttri framførslum.
Sí fleiri myndir frá G við at trýsta HER Sí enn fleiri myndir frá Gvið at trýsta HER Og síggj uppaftur fleiri myndir frá G! við at trýsta HER
|