Gott lív í Vágsbotni

Lagið er gott í Vágsbotni, har stóri konsertdagurin Voxbotn verður hildin í dag.

 

Divaz hevði fyrr í kvøld framførslu á stóra palli, og tað var nógv fólk savnað framman fyri pallin. Divaz fingu rættiligt lív í áhoyrarafjøldina, tá ið tær spældu væl svingandi popp og rock.

 

Nú er Hamferð farið á stóra pall, og seinni verða framførslur við Týr, Safir, Medina og Robbie.dk.

 

- Forsølan hevur verið sera góð, og vit rokna við, at tað verða millum 3000 og 3500 fólk í Vágsbotni seinni í kvøld, sigur Petur Slyne, sum er ein av fyrireikarunum.