Gott jóansøkuveður

Veðrið er av tí besta, nú hol er sett á jóansøkuskránna.

Jóansøkan 2016 í Vági er so smátt byrjað, og veðrið er av tí besta í kvøld.

 

Gomlu grindabátarnir hava róð kapp, og líkindini vóru av teimum bestu.

 

Eisini næstu dagarnar verður sagt frá hampuliga góðum veðri.

 

Myndin omanfyri er tikin fyri løtu síðani í Vági, og tað sæst, at Føroyar vísa seg frá síni vøkru síðu í dag í góðveðri.