Gott Hjørdis!

At kalla allir føroyskir journalistar er politiskir. Tí var tað sum eitt frískligt lot at hoyra ein seriøsan viðmerkjara í útvarpinum greina politiska støðu á einum neutralum grundarlagi.

Í útmerkaðu sendingini Eygsjón eftir tíðindini á miðdegi, sum útvarpið er farið undir, var á miðdegi mikudagin greinan av innanhýsis støðuni í Sambandsflokkinum.

Politiskur og ópolitiskur viðmerkjari

Tveir viðmerkjarar vóru bodnir at greina støðuna innanhýsis í Sambandsflokkinum. Annar var Brynhild Thomsen, journalistur og blaðstjóri á Dimmalætting, sum tíverri eins og flestu føroysku journalistarnir ikki megnaði at halda síni egnu politisku áskoðan burtur og var meira upptikin av at viðgera Sambandsflokkin út frá egnari politiskari áskoðan heldur enn sakliga. Álvaratos, hvar er fakligi stoltleikin, Brynhild?

Hin viðmerkjarin var stjórnmálafrøðingurin Hjørdis Gaard, sum við síni sakligu og róligu viðmerkingum viðgjørdi málið, so sum tað eigur at vera. Gott Hjørdis, soleiðis eigur ein viðmerkjari at vera og gera!

 

Løgmaður veikur ella strekur?

Brynhild vildi eisini gera løgmann til ein veikan løgmann. Javel, er tað, at vera diplomatiskur og sakligur og megna at halda saman upp á eina samgongu, sum spennur frá ytsta samband til ytstu loysing, og vera væl dámdur av Føroya fólki, er tað at vera veikur, ja so er løgmaður veikur.

Men eg vildi heldur sagt, at tað er at vera sterkur! Og tað tykjast alt fleiri og fleiri føroyingar eisini at halda.