Gott heystveður nakað enn

Danska veðurstovan DMI væntar um 10 stig og turt veður komandi dagarnar, tó at okkurt æli verður onkran dagin.

Ein hátrýstsryggur yvir Føroyum flytir seg í ein eystan og eitt brúgvalag nærkast Føroyum úr vestri sunnudagin og verður liggjandi til týsdagin. Mikudagin fer enn eitt brúgvalag fram við Føroyum av útsynningi.

Veðrið leygardagin

Lot til andøvsgul av vestri, sum snarar í ein sunnan, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað og væntandi turt. Um náttina gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Hitin millum 8 og 12 stig.

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og sum frá líður regn. Hitin millum 10 og 13 stig.

Mánadagin

Lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn ella sirm. Hitin um 10 stig.

Týsdagin

Lot til andøvgsul av eystri, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin um 10 stig.

Mikudagin

Gul til stívt andøvgsul av landsynningi, sum snarar í ein sunnan og útsynning, 5 til 10 metrar um sekundið. SKýggjað og regn í støðum. Hitin um 10 stig.

Hósdagin

Gul til stívt andøvgsul av útsynningi og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Okkurt æli og nakað av sól. Hitin um 10 stig.