Eystan fyri ein hátrýstrygg yvir Íslandi streymar køld luft yvir Føroyar av norði. Seinni í vikuni viknar hátrýstryggurin og eitt brúgvalag nærkast Føroyum úr landnyrðingi.
Týsdagin, valdagin, verður eitt lot til andøvsgul frá norði og landnyrðingi við sól og onkrum æli. Um náttina verður mestur turt og hampuliga klárt. Hitin alt døgnið millum 6 og 10 stig.
Mikudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av norði, 8 til 13 metrar um sekundið, sum um náttina snarar í ein landnyrðing og minkar niður í eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 10 stig.
Hósdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum makar niður í eitt andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og kanska sær sólin. Hitin um dagin um 10 stig. Um náttina verður eitt lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 metrar um sekundið, sum narar í ein vestan. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 10 stig.
Fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi, sum snarar í ein vestan og um náttina í ein útnyrðing, 5 til 10 metrar um sekundið. Fyrst skýggjað og regn ella ælingur, seinni klárar í. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.
Leygardagin verðir eitt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum minkar og snarar í ein útsynning, 3 til 8 metrar um sekundið. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 10 stig.
Sunnudagin verður eitt gul til stivt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og nakað av sól og hitin millum 10 og 12 stig.