Gott heystarveður komandi dagarnar

Mikudagin fer ein minni hátrýstsryggur framvið. Eitt hátrýst yvir Skandinavia sendir heita luft úr Norðsjónum móti Føroyum og eitt brúgvalag við regn fer framvið hósdagin og fríggjadagin. Síðani enda Føroyar í einum streymi av ælaveðri av útsynningi, men sunnudagin fer eitt nýtt brúgvalag framvið Føroyum av útsynningi.

 

Í dag verður lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s, og tað verður sólglottar. Hitin millum 11 og 14 stig. Mikukvøldið og hósnáttina snarar hann í ein landsynning og eystan og tað verður klárt. Hitin millum 8 og 11 stig.

 

Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og suðri, 8 til 13 m/s, sum um kvøldið og náttina snarar í ein sunnan og útsynning og makar nakað. Fyri tað mesta skýggjað og regn, um náttina klárar í. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Ælaveður og sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 13 stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein landsynning og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Fyrt turt og sól, seinni skýggjað og regn. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s, skýggjað og regn, seinni ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Sunnudagin øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av úsynningi, sum snarar í ein vestan, 10 til 15 m/s, í støðum upp í 18 m/s. Um náttina makar hann vindin. Samdrigið og ælaveður, seinni klárar í. Hitin um 10 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein sunnan og øtlar í andøvsgul upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar. Hitin um 10 stig.