Gott havhestaár

Aftur í ár eru nógvir havhestaungar komnir undan. Hetta vísa teljingar hjá Havstovuni, sum verða gjørdar í Høvdanum á Skúvoynni. Tað skrivar Bergur Olsen, fuglafrøðingur, í grein til bløðini.

Tað var sera nógvur havhestur at síggja í vár og í juni vóru 490 í Høvdanum samanborið við 402 seinasta ár, og er hetta ein vøkstur upp á 22%. Hesir høvdu til samans 332 reiður, og tað er 23% fleiri enn seinasta ár. Til samans vóru 145 ungar í seinastu viku ímóti 123 seinasta ár, og tað er ein vøkstur upp á 18%. Hetta eru tey bestu úrslitini síðani teljingin byrjaði í 2001, meðan 2007 var nógv tað ringasta árið.

Um støðan er tann sama um alt landið, sum í Høvdanum í Skúvoy, so skuldi meira verið at fingið av havhestaungum enn í fjør, men tað veldst eisini um veður og vind.

At nógvur sjófuglur er komin undan í ár samsvarar væl við aðrar kanningar hjá Havstovuni fyrr í summar, sum vístu, at tað var nógvur gróður og nógv æti, og tað plagar at geva eina góða ábending.

Ungarnir verða taldir stutt áðrenn teir eru floygdir, og í Høvdanum síggjast teir væl, tí her heldur havhesturin til á rókum og spíldum, har onki ella bert eitt sindur av sandi er at gera reiður av. Hvør einstakur fuglur verður merktur inn á myndir, og tilsamans eru um 400 reiður ella pláss, har havhestar halda til, men teir verpa tó ikki í øll reiðrini á hvørjum ári. Havhesturin fær góðan frið í Høvdanum, tí ongin hevur verið har síðani 1974, ongin rotta er í oynni, og lítið sæst til, at fuglar taka egg ella ungar.