Tað gongur væl hjá Nordea. Bankin, sum er tann størsti í Norðurlondum, hevði 1.414 milliónir evrur ella 10.544 milliónir krónur í avlopi seks teir fyrstu mánaðirnar í ár. Tað er 18 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Úrslitið er rættiliga nær við tað, sum greinarar høvdu væntað. Kortini eru inntøkurnar heldur minni enn mett, men av tí at avskrivingarnar eisini eru minni enn met, er úrslitið á leið tað, sum greinararnir væntaðu.
Fyrr hevur tann danski parturin verið tann tyngsti hjá Nordea, men roknskapurin fyri 2. ársfjórðing vísir, at nú gongur tað eisini tann rætta vegin har.
Nordea, sum hevur høvuðssæti í Stockholm, hevur 11 milliónir viðskiftafólk.