Gott fyrra hálvár hjá Trygd

P/F Trygd hevur latið hálvársroknskapin úr hondum. Hesin sýnir eitt yvirskot á 3 mió kr.

Trygging

Av hesum stavar 1 mió kr. frá beinleiðis tryggingarvirksemi, og er tað nakað minni enn í fyrra hálvári í fjør. Í tíðindaskrivi verður sagt, at hetta er orsakað av harðari kapping á marknaðinum og øktu tryggingarendurgjøldunum til bilskaðar. Hinar 2 mió kr. stava frá avkasti av fíggjarognum.
Fyrra hálvár í fjør var samlaða úrslitið á leið hitt sama, men tá stavaði størri partur av yvirskotinum frá tryggingartekniskum virksemi.
Yvir høvur vuksu tryggingarútgjøldini nakað fyrra hálvár. Somuleiðis eru rakstrarútreiðslurnar hjá felagnum øktar, men hetta er tó sambært felagnum partur av eini heildarætlan, sum skal skapa grundarlag fyri framhaldandi vøkstri.
Felagið fegnast annars um økta marknaðarpartin, sum tey hava vunnið sær, men sagt verður einki um, hvussu stórur samlaði marknaðarparturin nú er.