Føroya Banki hevði eitt munandi betri fyrra hálvár í 2007 samanborið við fyrra hálvár 2006. Avlopið fyri skatt var 102 mió. kr. í 2007 samanborið við 46 mió. kr. í 2006. Bankin hevur sostatt meira enn tvífaldað sítt hálvársúrslit. Úrslitið eftir skatt er 84 mió. kr. fyrra hálvár 2007 samanborið við 38 mió. kr. fyrra hálvár 2006.
-Vit fegnast um, at vit kunnu vísa á eitt væl betri úrslit fyrra hálvár í ár enn fyrra hálvár í fjør. Betraða lønsemið av rakstrinum er til gagns fyri partaeigararnar, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.
Avlopið eftir skatt annan ársfjórðing í 2007 einsamalt var 40,2 mió. kr. Hetta var munandi betri enn annan ársfjórðing í 2006, tá avlopið einans var 13,2 mió. kr.
Eginognin hjá Føroya Banka er nú 1.330 mió. kr. Við árslok 2006 var hon 1.246 mió. kr. Útlán bankans vóru 6,2 mia. kr. fyrra hálvár 2007. Vøksturin í útlánunum fyrra hálvár í ár var 833 mió. kr. Innlán bankans vóru 4,9 mia. kr. 30. juni 2007. Innlánini vuksu fyrra hálvár 203 mió. kr.
Fíggjarjavnin hjá bankanum er nú 7,8 mia. kr.
Føroya Banki væntar eitt ársúrslit í 2007 á millum 145 og 165 mió. kr. fyri skatt og burturleggingar. Hetta er sama forsøgn, sum bankin hevði í sambandi við roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing 2007.