Tað eru serliga teir smáu bankarnir, sum mánadagin fara at merkja, at partabrøvini hækka í virði. Tað sigur Stephen Rammer, partabrævastjóri í Alm. Brand Henton.
- Tað verða helst nakrir av teimum smærru peningastovunum, sum fara at njóta gagn av hesum, tí tað er serliga í sektorinum fyri teir smáu og miðalstóru bankarnar, at íleggjararnir hava verið bangnir fyri, um teir fóru at klára kreppuna. Tað er helst eingin, sum heilt seriøst hevur hildið, at teir størstu bankarnir skluldu fara av knóranum, sigur hann við www.borsen.dk
Stephen Rammer sigur hinvegin, at flestu av hinum partabrøvunum í størri mun verða ávirkað av risastóra bjargingarpakkanum, sum endaliga varð viðtikin í USA fríggjadagin.
Teir størstu donsku bankarnir fara eftir øllum at døma at standa við einum stórum parti av rokningini, um fleiri danskir bankar skulu hava kunstigan andradrátt.
- Men teir stóru bankarnir vildu kortini komið at goldið fyri hetta seinni. Hinar bankabjargingarnar, sum hava verið, har hava teir stóru peningastovnanir kortini verið drignir við á ein ella annan hátt. So tí er tað sera skilagott, at vit nú fáa eina avtalu, sigur Stephen Rammer.
Hann vísir eisini á, at tað í eins stóran mun hevur áhuga hjá stóru bankunum, at hendan ætlanin verður gjøgnumførd.
- Man kann sígga hetta sum eitt slag av trytggingarpremiu, tí tey kunnu rokna við at skula gjalda meira fyri ?funding? uttanlands, um teir smærru donsku bankarnir halda fram við at fara av knóranum og skapa ótryggleika um danska bankasektorin, sigur Stephen Rammer við Børsen.