Gott fyri Ólavsøkuna

Magni Brøðraberg, bátsformaður á Havnarbátinum, var vónbrotin eftir róðurin. Men hann dugdi tó ikki at seta fingurin á júst hvat gekk galið hjá Havnarbátinum í Vestmanna.
? Tað var ikki so heilt galið hjá okkum. Vit lógu nummar trý inntil sjálvan endaspurtin, og soleiðis sum róðursmaðurin hjá okkum rópti, so helt eg, at tað kanska fór at ganga, greiðir hann frá.
Magni heldur tó ikki, at her beinleiðis er nakar vandi á ferð. Hann fegnast heldur um, at kappingin er so hørð og spennandi.
? Her er ongin munur millum teir fremstu bátarnar, so her kann alt henda enn, heldur hann fyri.
Hóast Havnarbáturin endaði á fjórðaplássinum hesuferð, so fara teir at halda fram við teirra skrá og øllum tilrættisleggingum fyri árið.
? Nú er tað spennandi, og hetta ger bara Ólavsøkuna enn betur, sigur Magni Brøðraberg.