Gott fyri kursin

Partabrævið hjá Atlantic Petroleum øktist munandi i virði, tá roknskaparfrágreiðingin fyri fyrstu tríggjar mánaðirnar varð send á marknaðin.

Í síni frágreiðing vísir leiðslan á, at samlaða gjaldføri frá rakstrinum í 2009 helst verður um 100 mió kr. Hetta er væl meira enn tað, sum áður er mett, og er ein av fremstu orsøkunum, at felagið nú roknar við einum meðal prísi fyri tunnuna av olju upp á 60$. Áður hevur hetta talið verið 54$ fyri tunnuna.

Partabrævið hevur seinastu mánaðirnar verið trýst niður á ein kurs um teyr 250, men hetta er nú meira enn tvífaldað.