Magni Arge heldur ikki óvæntað, at talan vera um eina skilagóða avgerð, nú landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur strikað ætlaða tubbaksbannið Magni Arge hevur við hond og fót roynt at stríðst ímóti banninum fyri at innflyta tollfríar sigarettir. Bæði tí hetta altíð hevur verið ein týðandi partur av inntøkunum hjá Atlantic Airways, men eisini tí hetta í stóran broytir fortreytirnar fyri ætlaðu nýggju sølubúðini á flogvøllinum.
- Eg haldi sjálvandi, at hetta er ein skilagóð avgerð, sum nú er tikin. Nógv meira enn tað er ikki at siga hjá mær, sigur Magni Arge við portalin.
- Men samstundis haldi eg hetta eisini verið gott fyri Føroyar sum ferðamannaland. Ikki tí eg rokni við, at útlendingar ferðast til okkara fyri at keypa bíligar sigarettir. Men Føroyar eru og vera marginalar ferðadestinatión, og tí mugu vit altíð stremba eftir at hava sum minst av forðingum og negativum signalum, tá vit vilja hava ferðafólk og -skrivstovur at velja okkum sum ferðamál, sigur stjórin á Atlantic Airways.