Gott fyri Føroyar at ExxonMobil er við

-Hetta er ein góður dagur fyri Føroyar.

Orðini eigur Johan Dahl, landsstýrismaður í oljumálum og sipar hann til avgerðina hjá ExxonMobil at taka lut í oljuleitingini við Føroyar. Kanska er hetta ein tann størsta hendingin, síðani fyrstu útbjóðingina fyri tíggju árum síðani - at Statoil og Atlantic Petroleum hava fingið eitt so stórt felag sum ExxonMobil inn á føroyska landgrunnin.

Johan Dahl heldur tað vera ómetaliga gott fyri leitingina, at man hevur fingið eitt so stórt felag at taka ein so stóran bita av køkuni tvs. ábyrgd til tess at fáa hetta økið at virka. Tað fer eisini at skapa stóran áhuga hjá øðrum oljufeløgum kring heimin, tá tey síggja, at eitt so stórt felag sum ExxonMobil nú er við í leitingini. Ein slík avtala sum henda kann tí bara gagna framtíðar leitingini við Føroyar. Hetta samstarv letur upp fyri nýggjum møguleikum, og kanska fer tað at ganga skjótari enn vit høvdu roknað við.

Landsstýrismaðurin ynskir ExxonMobil vælkomnum til Føroya og vónar, at hetta samstarvið fer at gagna øllum. Hann fegnast eisini um, at føroyska felagið er við.

.