Felagið fyri Vestjysk Ølkultur, sum tað verður rópt, skipaði fríggjadagin 6. november fyri royndarsmakking av jólabryggi.
Felagið, sum er stovnað í 1991 og sum skipaði fyri smakking av jólabryggi fyri 25. ferð, hevði 13 ymisk sløg av jólabryggi í sínum smakkiroyndum.
Tiltakið varð skipað sum blind-smakking, og teir umleið 40 luttakararnir høvdu frammanundan fingið at vita, hvørji jólabryggj talan var um. Luttakararnir skuldu geva stig fyri lit og skúm, royk, smakk og eftirsmakk.
Endamálið við royndarsmakkingini er at velja ársins besta jólabryggj - alt eftir styrki. Kappast varð í tveimum styrkibólkum - jólabryggj við upp til seks prosent styrki og jólabryggj sterkari enn seks prosent.
Tá smakkingin var liðug, og stigini vórðu tald saman, kundi Vestjysk Ølkultur siga, hvørji tvey tey bestu jólabryggini eru.
Í bólkinum upp til seks prosent varð Jóla Bryggj hjá føroyska bryggjarínum - Föroya Bjór - kosið at vera tað besta, og í bólkinum seks prosent og sterkari fekk Jule Bocken hjá Viborg Bryghus heiðurin sum besta jólabryggið í ár.