Tað var góða lag í fína summarveðrinum í Klaksvík sunnudagin. Kanska var leikliga avrikið ikki so nógv at rópa hurrá fyri. Men tað ganga tey neyvan so høgt uppí í Klaksvík. Undan sunnudegnum hevði KÍ bara vunnið eina ferð á heimavølli í ár. Tað var 23. apríl, tá ið teir í Klaksvík í 5. umfari vunnu 3-0 á VB/Sumba.
2-1 sigurin móti Skála ber við sær, at KÍ aftur er við í stríðnum um heiðursmerkini. Nú er KÍ farið í tvær vikur summarfrí. Hvat heystið skal snúgva seg um verður ikki minst treytað av, hvussu tað fer at hilnast í næstu royndini. Hon verður eisini á heimavølli. 5. august verður EB/Streymur mótstøðuliðið. Hetta verður festival sunnudagin, og um veðrið fer at skikka sær hampuligt, so er einki at ivast í, at áskoðarametið fer at verða hótt.
Tvær tær seinastu ferðirnar hevur Skála megnað javnleik móti bæði toppliðnum EB/Streymi og GÍ. Tá vóru góðir leikligir glottar at hóma. Soleiðis var tað ikki í Klaksvík, har Skála tóktist linligt og møguliga við ov nógvum fokus á Svangaskarði, har teir hósdagin fyri fyrstu ferð nakrantíð skulu spæla í UEFA Cup.
Spenningur í alla tíðina
Heimaliðið, sum hevði Hjalgrím Elttør á beinkinum, meðan Kristoffur Jacobsen í ein tíma fekk høvi at royna seg í høgra miðvallarborði, legði fyri sum ódnarveður. Talan var leingi um støðugt trýst á Skála málið. Spentar støður stóðust eftir deyðbóltar, men tað gekk illa at spæla seg til upplagdan málmøguleika.
Skála dúvaði upp á snarálop, og tað var um reppið, at tað eydnaðist teimum at leggja seg framum, áðrenn KÍ fekk hol á. Pauli G. Hansen stakk fram til Boga Gregersen í vinstra borði, innleggið frá honum var flatt og neyvt, Jónhard Frederiksberg fekk skot á, og Meinhardt Joensen bjargaði væl til horna.
Eftir stóran hálvan tíma fekk KÍ hol á. Aftastu sentralu spælararnir áttu málið. Atli Danielsen, sum hesa ferð var verjukendur miðvallari, legði fríspark úr vinstru í brotsteigin, har aftasti KÍ verjuskansin, Sinisa Jovanovic, tveitti seg fram og við høvdinum stýrdi bóltinum í málið aftanfyri stinna Vlada Filipovic.
Hóast KÍ hevði bóltin størsta partin av tíðini, og hóast Skála var friðarligt og ikki so ofta megnaði at spæla seg til møguleikar, so kendist nervin støðugt. Sinisa Jovanovic var framsíggin og tryggur aftasti KÍ verjumaður, og Jónhard Frederiksberg, Bogi Gregersen og Alexandur Johansen høvdu ikki langar teymar.
2. hálvleikur var summarfrítíðar kendur. KÍ hevði bóltin nógv, men klaksvíkingar megnaðu ikki at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Skála verjan var stinn, og treytirnar hjá Clapson og Lundberg í fremstu KÍ røðini vóru ikki góðar.
Tíggju minuttir eftir steðgin var um reppið, at Skála eftir margháttliga støðu fekk javnað. Heðin á Lakjuni var óheppin, tá ið hann í egnum brotsteigi royndi at rudda burtur. Hann sat mest sum við bóltinum millum beinini, og tað var um reppið, at Poul N. Poulsen megnaði at prika bóltin í kassan.
Gamal heilivágur
Fyrr í ár spældi KÍ mest sum bara við longum sendingum. Seinastu dystirnar hava klaksvíkingar roynt fram eftir vøllinum og við nógvum stuttum sendingum. Tá ið teir øktu til 2-0 var talan um langa sending. Paul Clapson var fyrstur á, hann legði tvørtur um til Christian Lundberg, sum dróg eitt sindur, áðrenn hann smekkaði til, og bólturin streyk inn við stólpanum.
Tað restaðu seytjan minuttir, og heimasigurin kendist vísur. Tað gjørdi hann bara í sjey minuttir. Debus Danielsen, sum var innskiftur, tá ið seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt, var væl upplagdur hjá Skála. Hann lá fleiri ferðir framvið, og tað eydnaðist hjá honum, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Væl upplagdi Levi Hanssen stríddi seg til baklinjuna í høgru, legði innfyri, og Debus Danielsen stýrdi bóltin í kassan.
Heimafólkið kendi kanska trýst á sær, men skálamenn vóru ongantíð rættuliga vandamiklir. Síðstu fimm minuttirnar stóð Christian Lundberg fyri tað mesta við bóltinum undir hornaflagginum. Seinna gula kortið kostaði Arnholdi Berg leikbann næstu ferð, tá ið Skála skal spæla á heimavølli móti B36.
KÍ 3 bóltar
SKÁLA 2 bóltar









