Menn hava ligið á at fara norður higar síðani miðskeiðis í september mánaði.
Men tað hevur snøgt sagt viðrað so illa í heyst, at hugsingur hevur ikki verið um slíkt.
Tað hevur regnað so at siga hvønn einasta dag í oktober mánaði, og haraftrat kom kavi niður, sum hevur hildið monnum aftur í at fara hagar.
Í farnu viku batnaðu líkindini so mikið nógv, eins og ættin varð teimum til vildar. Tí varð avgjørt at fara eftir veðrunum nú bæði landsynningur, alduhæddin og líkindini annars vóru til vildar henda fríggjamorgunin.
Greitt varð, at eydnaðist tað ikki henda dagin, so máttu teir bara lata veðrarnir ganga í Urðini til várs aftur.
- Einaferð hugsaðu vit um at leiga tyrluna hjá Atlantsflogi til flutningin. Men við teirri ættini, sum er í dag, bar hetta ikki til, sigur ein av ídnu veðramonnunum, Kári á Presttrøðni.
Farið varð við báti av Oyrargjógv nakað eftir klokkan 11 og klokkan 4 vóru teir aftur. Tað eydnaðist at fáa 10 av 12 veðrum við sær aftur til bygdina.
Flestu teirra vórðu flettir sama kvøldið.