Gott er góðum at tæna

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út evnishefti, ið er lagað til bókina Bíblian í orðum og myndum. Hetta er undirvísingartilfar í kristni til miðdeildina

Í 1996 gav Bókadeild Føroya Lærarafelags út Bíblian í orðum og myndum.

Føroya Skúlabókagrunnur hevur nú givið út evnishefti til hesa bók - Gott er góðum at tæna 1.

Hetta er ætlað til undirvísing í kristni í miðdeildini. Lærarahefti er eisini, ið hevur uppgávur og uppskot um verkevni og um, hvussu drama/leikur kann verða nýtt í kristniundirvísingini.

Paulina Andreasen og Charlotta Thorsteinsson hava lagt til rættis.

Bíblian í orðum og myndum er grund undir heftinum. Dentur verður lagdur á at viðgera hesar tekstir væl, so næmingar betur skilja hendingar í Bíbliuni, at teir læra at kenna støðini, har hendingar fara fram og at teir læra teir ymsu persónarnar í Bíbliuni betur at kenna.

Harafturat er fjølbroytt tilfar til tekstir úr øðrum bókmentum at tosa um siðalagsligar spurningar, eitt nú øvund, at lúgva, stjala og slatra. Evnini eru sostatt lýst bíbilskt og verðsliga.

Gott er góðum at tæna 1 bjóðar til, at næmingar bæði fáa høvi at uppliva, lurta, samtala, samarbeiða, hugsa og nýta kreativ evni.

Hestprent hevur staðið fyri satsi, umbróting, repro og prenti.

Evnisheftið er 60 síður og kostar 48 krónur.

Læraraheftið er 16 síður og kostar 36 krónur.