Tað hevur verið ein langur vegur hjá Manchester City til UEFA Cup bólkaspælið. Men sigursferðin hjá teimum ljósabláu í UEFA Cup kappingini, sum byrjaði ímóti EB/Streymi heldur fram í bólkaspælinum. Manchester City var í Gelchenkirchen í Týsklandi og spældi ímóti Schalke04. Og City vann ein góðan 2-0 sigur, aftaná hálvleiksstøðuna 1-0. Benjani Mwaruwari legði City á odda í 33 minutti. Tá 67 minuttir vóru spældir staðfesti Stephen Ireland sigurin. City er nú odda í bólki A við 6 stigum fyri 2 dystir. Við einum útisigri uppá 1-0 ímóti hollendska liðnum, NEC eydnaðist eisini Tottenham at leggja seg á odda í sínum bólki. Tottenham spældi serliga væl í 1. hálvleiki, og sigursmálið fall, tá eitt lítið korter varð farið av dystinum. Frazier Campell stútaði bóltin á yvirleggjaran, men Jamie O´Hara varð beinavegin á staðnum, og beindi returbóltin í netið til 1-0. Portsmouth hevði ein heimasigur ímóti AC Milan í pottinum. Teir førdu 2-0 ímóti italska stórfelagnum, til 6 minuttir vóru eftir av dystinum. Kaboul og Kanu høvdu lagt Pompey á odda. Tá 6 minuttir vóru eftir vísti Ronaldinho góðar, gamlar dygdir og minkaði um munin til 2-1. Tveir minuttir inni í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, eydnaðist tað Filippo Inzaghi at javna til 2-2. Milan hevur 7 stig fyri 3 dystir. Portsmouth hevur 1 stig fyri 2 dystir. Norsku Rosenborg taptu stórt, 0-4 ímóti sponsku Valencia í Tróndheimi í kvøld. Rosenborg hevur bara eitt stig aftaná 3 dystir. Komandi dystur er ímóti FCK í Parkini.










