Gott bonus-ár

Á fótbóltsvøllinum rakk Egil á Bø øllum í 2008. Men upprunaliga skuldi hann als ikki vera partur av hópinum hjá EB/Streymi í ár

Fótbóltur

 

Fyri einum ári síðani segði Egil á Bø, at hann neyvan fór at taka enn eitt tørn fyri Formula-liðið hjá EB/Streymi. Beinini vóru kanska vorðin dekan ov tung, og familjan og arbeiðið kravdu eisini sítt, so veteranurin ætlaði sær tá at stilla Formula-gaggurnar.

At hann lat seg yvirtala til enn eitt tørn, man hann neyvan angra í dag. Eitt ár, eitt FM-heiti, eitt løgmanssteyp og fimm landsdystir seinni var smílið í øllum førum stórt, tá litið var aftur á farna árið.

- Hetta er bara heilt ótrúligt. Eg havi vunnið FM fyrr, men at vinna tað við barndómsfelagnum, sum eg eisini eri ótrúliga góður við, er nakað heilt serligt. Ikki bara fyri meg, men fyri allar spælararnar.

- Og sjálvandi iðri eg meg ikki um, at eg tók eitt ár afturat. Sjálvandi var tað eitt sindur tungt í myrku og køldu tíðini, tá venjingin byrjaði aftur. Men at standa her sum føroyameistari í dag kann eg ikki annað enn vera errin av. Og tað hevur verið stuttligt allan vegin ígjøgnum, sigur Egil á Bø.

Leygardagin verður so dagurin, tá Egil skal taka ímóti stóra steypinum. Men enn hevur hann ikki gjørt av, um tað nú er tíð at gevast á toppinum, ella um hann fer at royna seg í Champions League-undankapping fyri EB/Streym.

- Tað tími eg ikki at hugsa um akkurát nú. Nú eru vit øgiliga glaðir fyri hetta, og hitt má eg so hugsa um eina ferð seinni, sigur Egil á Bø.