Gott Bergtóra!

»Vit hava tildømis ikki hugt upp á pensjónsviðurskiftini hjá okkum sjálvum. Vit løg­tings- og lands­stýr­is­fólk kunnu spara okk­um upp til fulla pen­sjón upp á 16 og átta ár, og tað hava vit einki gjørt við...«

Soleiðis segði Bergtóra Høgn­a­dótt­ir Jo­en­sen, ting­kvinna fyri Tjóðveldi, í Eyg­sjón í gjár. Fyri ein­a­ferðs­kuld hoyrdu vit eitt av fólk­a­valdu um­boð­u­num á tingi nevna hetta, sum fleiri halda vera ó­rími­ligt, at pol­it­ik­ar­ar skulu hava ser­støðu at skava sær sam­an til feita al­menna pen­sjón upp á nøk­ur fá ár.
Hetta er ikki bara kent í Før­oy­um, hetta er eitt fyri­brigdi, sum eyð­kennir pol­i­t­ik­ar­ar í fleiri lond­um. Tað verð­ur so ofta sagt, at makt kor­rum­per­ar, og nak­að nógv er um tað, tí tað eru al­tíð tey, sum sjálvi ráða fyri egn­um við­ur­skift­um, sum skava mest til sín sjálvs. Tá tal­an er um virk­is­eig­ar­ar, so er kanska ikki so nógv at siga um tað – utt­an tað, sum vit kunnu halda og meina. Men pol­it­ik­ar­ar eru fólks­ins tæn­ar­ar, tað gloyma teir bara so skjótt, og tí hava teir kraddað sær slík­ar ágóðar, sum til dømis feita almenna pensjón upp á nøk­ur fá ár.
Vit taka hattin av fyri tí pol­­it­­i­k­ara, sum klár­ar at reisa hetta mál­ið á tingi, so drív á Berg­tóra!