Gott at vinna stórt

Kenneth Jacobsen á høgra bakki tóktist vælnøgdur, tá B36 hevði vunnið trivaligasta sigurin í Formula-deildini nakrantíð.
 Eg veit ikki, nær vit seinasta hava skotið fýra mál í einum dysti, men undir øllum umstøðum var hetta deiligt. Hóast vit hava staðið okkum væl hesi bæði seinnu árini, so hevur tað verið strævið, tá mann ongan tíð hevur vunnið nakrar lættar sigrar.
Og hvat var tað so, sum brádliga riggaði hjá tykkum?
 Vit skora upp á nakrar av møguleikunum. Tað er væl tann størsti munurin.
Hini úrslitini lagaðu seg so, at tit nú bara hava tvey stig upp til oddin. Ger tað ikki, at tit iðra tykkum um javnleikin móti VB/Sumba fyri tveimum vikum síðani?
 Tað fáa vit ikki brúkt til nakað. Vit kunnu framvegis avgera alt sjálvir, og tað ræður um at hugsa frameftir, staðfestir Kenneth Jacobsen.