Gott at vera við

Hóast hann mest sannlíkt als ikki kemur á dómaraseðilin, so sigur Bárður Johannesen seg hava eina fína ferð við landsliðnum

Dublin, Írland: Sum gardering fyri Jákup Mikkelsen, nú hesin fyri stuttum hevur verið skaddur, gjørdu landsliðsvenjararnir av, at taka ein triðja málverja við í hópin hesaferð.
Valið fall á Bárð Johannesen úr HB, og hóast hann ikki hevur nøkur serlig útlit fyri spælitíð á ferðini, nú bæði Jákup og Jens Martin eru tøkir, so dylir hann ikki fyri, at talan hevur verið um stóra uppliving.
- Tað hevur tað avgjørt verið. Hetta er fyrsta ferðin, at eg eri við til undankappingardyst, so fyri meg er talan avgjørt um framstig.
Bárður var annars eisini við í landsliðsmyndini í vár, tá venjingarlegan var á skránni, men ein skaði stutt eftir hetta bar við sær, at tað ikki var fyrr enn um ólavsøkumundið, at hann aftur kundi spæla.
Ta ferðina duldi hann ikki fyri, at skaðin kom ógvuliga illa við, nú hann var um at koma í landsliðshitan, og tí er gleðin eisini tilsvarandi størri, nú hann aftur er við eftir bert hálvt kappingarár á vøllinum.
- Eg haldi sjálvur, at tað hevur gingið støðugt framá hjá mær, síðani eg kom aftur, og hetta er heilt víst eitt deiligt punktum fyri kappingarárinum. So má eg bara taka eitt ordiligt ár næsta ár, soleiðis at mann kann koma enn nærri liðnum.
Og kappingarneytarnir hjá tær eru kanska um at verða nakað gamlir og slitnir?
- Ja, eg eri í øllum førum nógv tann yngsti í so máta, so nú má vera tíð at lata øðrum framat, staðfestir Bárður flennandi.