Nesvík: - Nei, nei. Hóast mær dámar væl at telva, so havi eg ikki tikið talvborðið við mær á leguna. Onkutíð má ein hava frí frá telvingini!, sigur Herborg brosandi.
Herborg dámar væl at telva, og hevur tvær ferðir vunnið FM í talvi fyri unglingar við Klaksvíkar Talvfelagi seinnu ferðina fyrr á árinum. Og so dámar henni væl at spæla flogbólt og fótbólt.
Umframt alt hetta, so dámar henni eisini væl at ganga til andalig tiltøk í Klaksvík. Hon er á ungdómsmøtum bæði í KFUM&K og í Betesda.
- Eg havi verið á fleiri legum á Zarepta, men hetta er so aðru ferð at eg eri her í Nesvík. Og her er gott at vera, sigur hon.
Í fríløtuni seinnapartin mikudagin vóru hon og vinkona hennara, Lilja Thorsteinsson úti á grøna vøllinum og tóku nøkur skot framvið flogbóltsnetinum.
- Tað er altíð gott at hava onkran, sum man kennir at fylgjast við, sigur Herborg.
Góðar breytir
Heimamissiónin skipar í ár fyri tveimum ungdómslegum. Á teirri fyrru leguni vóru eingi fólk úr Klaksvík, helst orsakað av Summarfestivalinum har.
Men á hesi leguni eru fleiri hagani teirra millum Herborg og fleiri onnur, sum hon kennir úr Klaksvík.
Og hon hevur higartil verið sera fegin um alt tað, hon hevur verið við til á hesi ungdómsleguni.
- Mær dámar væl at tosa við onnur fólk, og at spæla flogbólt.
- Og eg haldi eisini, at evnini á øllum hesum ymisku breytunum, sum vit kunnu velja millum, hava verið sera áhugaverd, sigur hon.
At tað eru so nógv onnur ungfólk úr øllum landinum savnaði á leguni, fegnast hon eisini um.
- Ein kemur at kenna nýggj fólk, og so kenni eg eisini nógv onnur frá fyrr av, sigur hon.
Millum luttakararnar hevur hon eisini heilsað uppá ein drong úr Vágum, sum hon onkutíð hevur møtt í sambandi við talvkappingar kring landið.
Gott ar hoyra umaftur
Evnið fyri bíbiltímarnar á hesi ungdómsleguni er bønin Faðir Vár.
Og hesa undirvísingina hevur Herborg eisini verið glað um.
- Vit hava higartil lært um tríggjar tær fyrstu bønirnar í Faðir Vár.
- Hóast eg havi hoyrt um tað fyrr, so er tað altíð gott at hoyra tað enn einaferð, sigur hon.
Á møtunum um kvøldarnar og í samband við máltíðirnar er altíð vitnisburðir á skránni. Hetta hevur eisini verið við til at gera leguna góða og spennandi.