John Høj Joensen er 15 ára gamal og gongur vanliga í 9. flokki í Stranda
Skúla.
Hann er nú í starvsvenjing í heilsøluni hjá Poul Michelsen í Havn
PM-heilsøluni, og honum dámar sera væl at vera har.
Tað vanliga arbeiði hjá honum er at seta vøru upp á pláss við trukkinum og
gera ordrar klárar, men í gjár setti hann bara vøru upp á pláss.
-Hetta er sera áhugavert, heldur hann.
Eisini plagar hann at koyra vørur út til bygdirnar og tað heldur hann eisini
vera stuttligt. Tann eina dagin var hann við sølumanninum ein túr og vitjaði
fleiri handlar.
-Eg vildi í starvsvenjing hjá Poul Hansen, men har var upptikið, og tí fór
eg her. Her man vera minst líka gott, sigur hann.
Sovorðið arbeiði dámar honum væl, men hann hevði kortini ikki tímað at
arbeitt har altíð.