Um miðjan seinna hálvleik í steypafinaluni Ólavsøkudag var ein gamal kenningur sendur á vøllin fyri HB. Talan var um 35 ára gamla Jan Dam, sum avloysti 19 ára gamla Rók Jespersen. Jan hevur verið búsitandi í Danmark síðani undanfarna kappingarár, men nú er hann komin aftur á klettarnar, og samstundis er hann komin aftur til barndómsfelagið HB.
Okkara upplegg helt
Tá ið vit hittu Jan Dam, eftir at hann enn einaferð hevði tikið ímóti einum gullheiðursmerki í sambandi við steypasigur, var hann ógvuliga fegin um at verða aftur á HB-liðnum. - Tað er ógvuliga hugaligt at verða aftur, og serliga stuttligt er tað at spæla eina steypafinalu, sigur fyrrverandi landsliðskempan, sum seinasta lítla árið hevur hildið fótbóltin viðlíka í útisetafelagnum ÍF Føroyar.
Eisini helt Jan Dam, at útvísingin av Jens Martini hevði nógv at siga fyri dystin. - Tað broytti dystin fullkomiliga, og tað vil altíð verða tungt at spæla 10 móti11 í næstan ein heilan dyst, segði Jan Dam. Hóast HB bráddliga hevði ein mann fleiri á vøllinum, so broyttu teir ikki taktiska uppleggið, segði Jan Dam og legði afturat, at uppleggið hjá havnarliðnum helt allan dystin.
Jan Dam segði eftir dystin, at hann dugdi ikki at taka dagar ímillum, um ársins HB-lið er betri enn liðið í fjør, sum við millum annað Jan Dam á liðnum vann meistaraheitið. - Eg haldi, at tað eru tvey ógvuliga jøvn lið. Í mun til í fjør eru profilar sum Tór-Ingar og Andrew burtur, men hinvegin eru nakrir aðrir profilar komnir til felagið, segði veteranurin.