Gott at ungfólk arbeiða fisk

Seks ungfólk arbeiða hjá virkinum Bátafiskur á Eiði. Millum hesi er Rúni Lobo Festirstein.
- Tað er gott, at bara ungfólk arbeiða her. Tað setur meiri lív í, sigur hann við Sosialin.

Tveir útróðrarbátar liggja við bryggju. Teir eru júst afturkomnir av útróðrartúri – Hvíthamar og Norðsøki.
Báðar hava avreitt til Bátafisk sum tekur ímóti fiskinum, og flytur hann síðani til víðari framleiðslu.
Inni á virkinum er eisini nógv lív í. Her eru fimm ungir mans og ein kvinna til arbeiðis. Tey geva sær neyvan far um at tvey umboð fyri tíðindatænastuna koma inn á váta gólvið á virkinum.
Larmurin frá maskinunum ger sítt til, at her hoyrist ikki mannamál. Men arbeiðsfólkið hevur hoyrivernd á, so gangurin sakar tey ikki.
Í dag er nógvur fiskur at skilja sundur – bara Norðsøki avreiddi 9000 pund henda morgunin.
Tað ræður um at gera seg lidnan. Tað er fríggjadagur, og neyðugt er at fáa alt arbeitt undan áðrenn vikuskiftið.

Úr at gera
At tey ungu arbeiðsfólkini hava úr at gera, er eingin ivi um.
Nakað ovarlaga við maskinurnar stendur eitt konufólk og vigar tann innkomna fiskin. Mitt á gólvinum eru tveir mans í ferð við at seta fiskakassar á plattar.
Við endan á einum flutningsbandi stendur ein ungur drongur, sum við kønari hond leggur fiskin í kassarnar.
Tað er 17 ára gamli eiðismaðurin, Rúni Lobo Festirstein sum ger hetta arbeiðið hesa løtuna. Eftir døgurða verður hann avloystur, og fer tá í annað arbeiði á virkinum.
- Í dag vænti eg, at vit arbeiða til klokkan fýra, sigur Rúni, nú døgurðatímin er byrjaður.
Saman við hinum fimm fer hann inn í matstovuna, har døgurðin stendur fyri teimum.

Gott at vera
Rúni hevur arbeitt her hjá Bátafiski síðani á heysti 2005. Og hann veit tí, hvat tað vil siga at arbeiða fisk.
At hann byrjaði at arbeiða her, eru tað tvær orsøkir til: Í fyrsta lagi, at beiggi hansara arbeiddi her.
- Og tá so formaðurin spurdi meg, um eg hevði hug at arbeiða her, segði eg bara ja, greiðir Rúni frá.
Hann kom mestsum beinleiðis úr skúlanum, og hevði tí ikki arbeitt í fiski, áðrenn hann byrjaði hjá Bátafisk.
- Her er bara gott at vera, sigur Rúni.

Skiftandi arbeiði
Hóast tað bert eru fimm onnur starvsfólk á Bátafiski, er arbeiðið kortini rættiliga fjølbroytt – og skiftandi – frá einum degi til annan.
- Vit gera alt møguligt – skilja fiskin, pakka hann og mangt annað, sigur Rúni.
Skipanin inni á virkinum er hon, at tey fýra arbeiða í roynd og veru við øllum - ein leggur fiskin í skiljimaskinurnar, ein leggur fiskin í kassarnar, meðan tveir seta kassarnar á plattarnar.
- Hesir seinastu koyra ís omanyvir fiskin og seta síðani merkiseðlarnar á, greiðir Rúni frá.

Platta
Tá vit vitjaðu Bátafisk beint fyri døgurða fríggjadagin í farnu viku, stóð Rúni við endan av einum bandi og legði fiskin í kassar.
Arbeiðsbýtið er annars soleiðis, at teir skiftast um tað ymiska arbeiðið á virkinum gjøgnum dagin.
- Eg fari til døgurða um eina løtu, og tá vit byrja aftur skal eg platta, sigur hann.
Bátafisk byrjaði annars fyri trimum árum síðani at taka ímóti útróðrarfiski. Í fjør tóku teir ímóti 2900 tonsum.

Ikki gamal
Rúni hevur longu arbeitt á virkinum í umleið hálvtannað ár, og hevur gjørt sær sínar royndir við fiskaarbeiðinum.
- Eg haldi, at tað er í fínasta slag at arbeiða fisk, sigur Rúni.
Hann hevur tó ikki nakra serliga orsøk sum skarar framúr í hesum spurningi. Men tað er í øllum førum gott at arbeiða á virkinum, er hann sannførdur um.
Spurningurin er so, hvussu leingi hann verður verandi her.
- Eg fari at arbeiða her fram til mars ella apríl mánað, tá eg havi fingið koyrikortið.
- Tá ætli eg mær at royna okkurt annað, sigur Rúni, sum ikki ætlar at verða á virkinum til hann gerst 70.

Lív í
Gongdin seinastu árini hevur verið hon, at ungfólk ikki støðast leingi á slíkum fiskavirkjum. Á nógvum virkjum sær ein tí meiri tilkomin fólk vera til arbeiðis.
Øðrvísi er, tá talan er um Bátafisk á Eiði: Her er miðalaldurin rættiliga lágur, tí øll starvsfólkini eru ungfólk at kalla.
Tað er helst so sum Rúni tekur til: - Eg haldi, at tað er bara super at vit eru so nógv ung til arbeiðis her. Tað gevur meiri lív í!
Vanliga eru bert ungir mans til arbeiðis, men fríggjadagin í farnu viku var kortini eitt einstakt konufólk til arbeiðis.
- Tað manglaði ein maður í dag, og tí kom hon inn sum avloysari, greiðir Rúni frá.