Gott at syngja fyri børnunum

Fríggjadagin 3. februar verður aftur høvið hjá foreldrum við pinkubørnum at luttaka í vøggusangi. Tiltakið verður í Hoyvíkar kirkju og byrjar klokkan 11.

Roynt varð við hesum vøggusanginum á heysti í fjør, og eydnaðist hann so mikið væl, at hann nú verður endurtikin.

- Her hevur tú møguleikan geva barni tínum gott í beinið: fulla nærveru. Tað verður gjørt við at røra seg, rura, dansa og syngja saman við teimum smáu. Vit syngja bæði nýggjar og gamlar sangir/sálmar, sum vit so við og við læra uttanat, siga Oddvør Johansen og Eyðbjørg Hansen, ið skipa tiltakið. Oddvør eru urguleikari við kirkjuna og Eyðbjørg er pedagogur og sangari..

Vøggusangur er friðarligur og róligur við ongum tosi, og aftaná savnast øll til ein drekkamunn, frukt og prát í kirkjukjallaranum. Alt tiltakið varir umleið hálvanannan tíma. Pláss er bara fyri 14 vaksnum við einum barni hvørt.

Tiltakið er ókeypis, og er eina ferð um vikuna í 8 vikur. Neyðugt er at tilmelda seg.

(Mynd: Pinkubørn í aldrinum 0 til 10 mánaðir til vøggusang í Hoyvikar kirju)